Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felagið Føroyskir Grannskoðarar

John William Joensen

Fyrsti vanligi aðalfundur hjá felagnum Føroyskir Grannskoðarar varð hildin á Hotel Tórshavn fríggjadagin 15. nov. 2013.

Fyrsti vanligi aðalfundur hjá felagnum Føroyskir Grannskoðarar varð hildin á Hotel Tórshavn fríggjadagin 15. nov. 2013.

Felagið varð stovnað 8. juni 2012, og endamál felagsins er at verja áhugamálini hjá limum felagsins á øllum økjum.

Rætt til at gerast limur í felagnum hevur hvør tann, ið er góðkendur grannskoðari, tvs. antin løggildur ella skrásettur grannskoðari, og hevur bústað í Føroyum. Eisini fólk, ið starvast á einum góðkendum grannskoðaravirki og sum hava tikið cand.merc.aud., HD í roknskapi ella líknandi útbúgving og tey, ið eru í ferð við at taka tílíka útbúgving, kunnu gerast limir í felagnum.

Felagið ynskir at kunna vera ein virkin við- og mótspælari hjá almennu myndugleikunum, tá talan er um lógir og lógarbroytingar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á grannskoðaravinnuna ella vinnuna sum heild. Tað veri seg økir innan vinnulóggávuna, skatta- og avgjaldslógirnar o.t.

Á aðalfundinum vóru sitandi nevndarlimir afturvaldir í nevndina, sum hevur skipað seg soleiðis:

Mark T. Højgaard, formaður

Jógvan Amonsson, næstformaður

Mirjam Haraldsen, peningarøkil

Olaf Frits Joensen, skrivari

Harleywoodpaint