Leygarkvøldið 5. januar skipar felagið Skarðsbygd fyri hugnaløtu um nóg stórur áhugi er fyri tiltakinum.
Felagið Skarðsbygd hevur, um nóg nógv tekna seg, hugnakvøld leygardagin 05 januar 2008
Greitt verður frá ymiskum, ið hevur tilknýtið til Skarðsbygd, og mest verður greitt frá, tá Skarðsbáturin fór Tollaksmessudag 1913. Eisini verður tosað um ættarbond og møguleiki verður eisini at spyrja um sína egnu forfedrar.
Lutaseðlar verða eisini seldir, og okkurt gott verður til matnað.
Kostnaðurin fyri hvønn er 150, 00 kr. Allur peningurin, ið inn kemur fer til minnisvarða, ið skal setast norðuri á Skarði.
Tekning á tlf 28 67 87, 21 67 96 ella 22 61 58
Freistin til at tekna seg er longd til týsdagin nýggjárskvøld kl 22:00
Nevndin




