Vágstún verður karmur um fleiri felagsløtur í kvøld
Kl. 21.00 verður sangløta í Vágstúni har Vitin skipar fyri eini sangløtu við luttøku úr Betesda
Kl. 22.30 verður live-tónleikur á pallinum í Vágstúni, har Kim Hansen syngur og spælir
Kl. 23.00 verður felagssangur í Vágstúni við góðum undirspæli frá harmonikuspælarunum
Kl. 23.30 spælir Klaksvíkar Hornorkestur horntónleik á stóra pallinum í Vágstúni
Kl. 24.00 er Miðnáttarsamkoma í Vágstúni, har Karin Jacobsen heldur miðnáttarrøðuna. Kyndlagonga kemur í Vágstún. Eftir midnáttarrøðuna verður stórt fýrverkarí sent upp.



