Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felagsyvirlýsing undirskrivað

Oliver Joensen

Á fundi í morgun skrivaðu danski umhvørvismálaráðharrin Hans Christian Schmidt og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, undir eina felagsyvirlýsing um framtíðar samstarv á umhvørvisøkinum.

Á fundi í morgun skrivaðu danski umhvørvismálaráðharrin Hans Christian Schmidt og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, undir eina felagsyvirlýsing um framtíðar samstarv á umhvørvisøkinum.
Felagsyvirlýsingin leggur upp til samstarv millum Føroyar og Danmark á umhvørvisøkinum í síni heild. Serliga er ætlað at tryggja, at lagt verður upp fyri føroyskum sjónarmiðum, tá Danmark er við til at gera millum- og fleirtjóðasáttmálar.
Sambært yvirlýsingini kunnu seravtalur gerast millum føroysku og donsku umhvørisfyrisitingarnar. Fyrsta slíka seravtalan var avtalan um samstarv á havumhvørvisøkinum, ið danski umhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin í umhvørvismálum skrivaðu undir fríggjadagin.
Avtalan um yvirtøku av havumhvørvissáttmálanum kemur í gildi 1. mai 2003. Eftir hetta er lóggávu- og umsitingarvaldið í havumhvørvismálum á føroyskum hondum. 
Við yvirtøkuavtaluni, samstarvsavtaluni og felagsyvirlýsingini er samstarvið millum føroyskar og danskar umhvørvismyndugleikar komið í eina formliga legu.
Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Eyðun Elttør, fegnast um avtaluna: “Um vit vilja gera okkara sjónarmið galdandi, mugu vit vera við frá byrjan, tá avtalur í altjóða høpi verða fyrireikaðar. Higartil hava sáttmálar verið sendir til Føroyar til staðfestingar. Við yvirlýsingini, sum er undirskrivað í dag, fáa Føroyar í framtíðini betri høvi at ávirka altjóða arbeiðið á umhvørvisøkinum.”
Vitjanin hjá danska umhvørvismálaráðharranum Hans Christian Schmidt endar í dag.