Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Feløg sýna áhugað í Hjalgrím Elttør

John William Joensen

Toppskorðarin í fjør, Hjalgrím Elttør, er júst heimkomin frá royndarvenjing í Esbjerg, og hann váttar at fleiri feløg hava sýnt honum áhuga.

– Sáttmálin millum meg og KÍ gekk út tá kappingin endaði so í løtuni havi eg ikki nakra avtalu.
– Tað hevur sjálvandi verið samband millum meg og KÍ, men bíðjað hevur verið eftir til venjaraspurningurin er komin upp á pláss.
Hjálgrím váttar at onnur feløg hava víst honum áhugað og m.a. hava HB og NSÍ ligið framvið.
– Eg veit ikki rættuliga hvussu framtíðin hjá mær fer at síggja út, men eg haldi tað hava stóran týnding at eg fari til eitt felag, sum hevur ein venjara har eg kann læra og mennast sum fótbóltsleikari.
– Eg eri einans 20 ára gamal, og tí havi eg nógv at læra enn, og tí er tað av alstórum týdningi hvør venjarin verður.
 Annars fegnaðis Hjalgrím um at Jákup Mikkelse kom til KÍ og vónaði hann at Karstin Joensen eisini fór at halda fram komandi ár.