Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fer at seta seg væl inn í lógaruppskotið um sjófeingi

Jóhann Lützen

Tað er alment kent, at í Klaksvík fylla fiskivinnumál nógv. Tí spurdu vit Jóhan Christiansen, nýtilnevndan landsstýrismann í fiskivinnumálum, um nýggja sjófeingisuppskotið, og hvussu hann ætlar at fyrihalda seg til kritikkin av tí, sum hevur verið frammi í seinastuni

 

Fiskimálaráðharrin sigur:

– ”Fyrst og fremst ætli eg mær at seta meg væl og virðiliga inn í uppskotið, sum tað fyriliggur, og so taka vit tað harfrá. Tað kemur fyri Løgtingið í nærmastu framtíð, og eg havi fingið eina briefing um høvuðsinnihaldið.”

Nýggi fiskimálaráðharrin kemur í studio hjá Norðlýsinum innan leingi, og tá vænta vit at fáa munandi meira at vita.