Jørgen Niclasen fer á tingfundinum í morgun at spyrja um gegni hjá Kristinu Háfoss, hetta í sambandi við EIK-málið.
Munnligur fyrispurningur til Løgmann viðvíkjandi gegni í kanning av TAKS í EIK-málinum
1. Heldur løgmaður, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, er gegni at standa fyri kanning av TAKS í Eik-málinum?
2. Ætlar løgmaður at flyta hetta málið í annað stjórnarráð?
Viðmerkingar
Í miðlunum hevur skattamálið millum TAKS og EIK fylt rættuliga nógv. Eftir nógv ár, er TAKS komið til endaliga niðurstøðu og málið er enda.
Nú er Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, farin undir eina kanning av TAKS, um hvussu hesin stovnur hevur viðgjørt málið.
Tá Eik upprunaliga bað um nógv umrødda frádráttin, var Kristina Háfoss í starvi hjá TF-samstakinum, sum eigur EIK. Hon sat tá hinumegin borið og var juridiskur ráðgevi hjá samtakinum, sum ikki var í iva um, at tey áttu frádráttin.
TAKS gav teimum fyrst frádráttin, men nú broytt støðu og hevur tikið frádráttin aftur.
Nú situr Landsstýrikvinnan hinumegin borið og skal kanna hví TAKS nú er komið til aðra niðurstøðu.
Her kann av sonnum setast spurnartekin við gegni.
Jørgen Niclasen, tingmaður




