Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferð verður nú sett á at dagføra spælipláss og umvæla sparikvøllir

klaksvik.fo

Komandi dagarnar og vikurnar verður farið undir umfatandi viðlíkahaldsarbeiði og liðugtgerð av fleiri kommunalum spæliplássum og graslíkisvøllum í kommununi.

Kommunan hevur sett fýra starvsfólk til at røkja hesa uppgávuna, soleiðis at arbeiðið kann fara í gongd beinavegin, uttan at tarna øðrum verkætlanum, sum í løtuni eru í gongd.

Borgarstjórin upplýsir, at bæði spæliplássini og fleiri sparkivøllir eru gamlir og slitnir, og okkurt hevur fingið skaða av ringum veðri í vetur, tí verður arbeiðið bæði at skifta graslíki, viðlíkahalda mál, skifta leikur, mála og annað, sum alt í alt er rættiliga umfatandi.

– Tað er stórur tørvur á at fáa dagført spæliplássini, tí tað er ongin loyna, at fleiri av teimum hava tænt fyri seg og tískil eru í ringum standi. Tí hevur býráðið eisini havt fokus á, at vit í ár skulu viðlíkahalda og skifta leikur út, har tørvur er á tí.

Í gjár boðaðu vit frá, at nýtt spælipláss verður gjørt á Norðoyri, og er hetta eisini ein liður í at víðka og betra um møguleikarnar hjá øllum borgarum, at fáa góða atgongd til kommunal spælipláss, sigur Jógvan Skorheim.