Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðast í egnum landi – 62N Airport Hotel

Oliver Joensen

Gistingar møguleikarnir og møguleikarnir at keypa sær kost eru eisini góðir í Vágunum. Harafturat hevur Airport Hotel eisini ein áhugaverdan og nógv umbiðnan heitan pott, sum tú kanst brúka eisini uttan at búgva á hotellinum.

Gistingar møguleikarnir og møguleikarnir at keypa sær kost eru eisini góðir í Vágunum. Harafturat hevur Airport Hotel eisini ein áhugaverdan og nógv umbiðnan heitan pott, sum tú kanst brúka eisini uttan at búgva á hotellinum.

Sum sagt frá áður so hevur ferðavinnan í Vágunum gjørt eitt átak við at bjóða okkum, Norðlýsinum, kunningarstovunum í Klaksvík, Fuglafirði og Runavík ein túr í Vágarnar at síggja hvat tey hava at bjóða.

Ein partur av vitjanini var á Airport Hotel. Sjálvur stjórin Kent Christensen tók ímóti, og hann greiddi nágreiniliga frá hvat hotellið stóð fyri. Hotellið er nógv umbiðið, og veitir eisini nógva tænastu út av húsunum.

Dagin fyri vit vitjaðu, hevði Helle Thorning, danski forsætisráðharrin gist á hotellinum, í einum heilt vanligum hotellrúmi, og vit fingu tað rúmið at síggja osakað av, at øll onnur rúm á hotellinu vóru útleigaði.

Kent Christensen stjóri segði, at tey nærum høvdu mist alla útleiging ísamband við dagar har ongin flúgving var, osakað av at flogfari nú tók so nógv fólk, at hotellið var ov lítið at hýsa øllum ferðafólkunum afturat teimum sum frammanundan mundu búgva á hotellinum. Men vit hava funnið okkum aðrar leiðir, og ídag er hotellið sera nógv brúkt av ferðafólki, bæði útlendingum og føroyingum og ikki minst sum skeiðsdepil.

Hotellið hevur eisini útvegað sær ein heitan pott úti undir opnum himli og við góðum útsýni út yvir Sørvág og fjøllini har. Pottin kann ein og hvør leiga seg í, eitt nú aftaná gongutúrar í náttúruni ella bara frammanundan ella aftaná eina góða máltíð á hotellinum.

Seinnu árini er nógv gjørt við at moderniserað hotellið.

Tað allar nýggjasta, sum Hotellið er við at leggja seinastu hondina á, er ein sokallaður ”Adventure Golf” bani, ella ævintýrgolf. Hetta er ein snøggur og vællagdur golfbani skamt við hotellið, har fólk, sum kanska ikki eru roynd golfleikarar, kunnu hugna sær eina løtu.

Kent Christensen stjóri segði, at eisini hesin nýggi golfvøllurin, sum helst er tann fyrsti í Føroyum, fer at vera ein orsøk meira hjá fólki at brúka ein part av frítiðini ella bara bíðitíðini á 62N Airport Hotel.

LES EISINI :

Ferðast í egnum landi -Jósup – nýggjur Mykinesbátur

Ferðast í egnum landi – Vallaraheimið á Giljanesi

Ferðast í egnum landi – Lakeside ein annarleiðis uppliving