Leygardagin 13. februar skipar felagið Ferðavinnan í Eysturoy fyri ferðavinnudegi. Tiltakið verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og varar frá kl. 10 til 14.
Bárður Højgaard, leiðari fyri Kunningarstovuni í Saltangará sigur, at endamálið við tiltakinum er at ”sparka í gongd” ferðavinnuna í ár.
Á skránni verða kveikjandi innsløg frá Visit Faroe Islands, fólk frá Nora fara at greiða frá møguleikum at fáa stuðul, nakað verður um, hvat felagið er, og eisini fara kunningarstovurnar at greiða frá um teirra arbeiði. Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tónleik.
Ætlanin við tiltakinum er at stimbra luttakarar og at dagføra kunningina og vitanina um ferðavinnuøkið.
Felagið Ferðavinnan í Eysturoy umfatar bæði Eysturoynna og Norðurstreymoy, men Bárður Højgaard leggur dent á, at onnur áhugað, aðrastaðni frá, eru eisini vælkomin at verða við leygardagin.
“Ferðavinnudagar av hesum slagnum hava fyrr verið hildnir, men tey seinastu árini hava teir ikki verið,” sigur Bárður Højgaard.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.visiteysturoy.fo




