Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðin á breiðbandinum hækkar

Danial Viðoy

FT Net setur ferðina upp á breiðbandinum. Skjótt kunnu fleiri fáa 50 Mbit, sum er hægsta ferðin í dag, og samstundis kunnu Føroya Tele og Vodafone bjóða kundum heilt upp til 200 Mbit.

Tíðindaskriv frá FT Net:

FT Net setur ferðina upp á breiðbandinum. Skjótt kunnu fleiri fáa 50 Mbit, sum er hægsta ferðin í dag, og samstundis kunnu Føroya Tele og Vodafone bjóða kundum heilt upp til 200 Mbit.

12. desember letur FT Net dyrnar upp fyri nýggjum møguleikum á breiðbandinum. FT Net hevur við tíðini útbygt netið soleiðis, at tað nú er gjørligt at seta útgerð upp nógv tættari at fleiri bústaðarøkjum kring alt landið.

– Hetta merkir sostatt, at uppaftur fleiri kunnu útvega sær hægri ferðir á breiðbandinum, staðfestir Páll Højgaard Vesturbú, stjóri á FT Net, hvørs endamál er at byggja, menna og reka breiðbandsinfrakervið hjá Føroya Tele samtakinum.

Úrslitið av seinastu útbyggingini merkir, at yvir 80% av kundunum kunnu fáa eitt hald við 50/5 Mbit, og harav kunnu nøkur fáa uppaftur hægri ferð.

– Við árslok 2017 er málið, at 90% kunnu fáa 50/5, sigur stjórin í FT Net.

Upp til 200 Mbit

Í løtuni veita Føroya Tele og Vodafone í mesta lagi 50 Mbit, men 12. desember verður hámarksferðin sett munandi upp, og hetta er eitt stórt fet á leiðini at gera breiðbandið til eitt breiðband í heimsklassa.

– Tað veldst sjálvandi um fjarstøðuna millum okkum og kundan, og tað veldst eisini um, hvat veitararnir fara at bjóða, men tað verður eitt fitt tal av fólki, ið framyvir kunnu fáa 100 Mbit ella heilt upp til 200 Mbit í download, sigur Páll Højgaard Vesturbú.

Fipur heilt út til kundan

Komandi árini verður størri dentur lagdur á at útbyggja fipurnetið, ið nú er komið so mikið langt út móti brúkaranum, at fipurkaðlar í næstum kunnu leggjast heilt út til brúkaran og inn í einstøku bústaðirnar.

– Hetta gevur uppaftur betri møguleikar at fylgja við áhaldandi tørvinum um hægri ferð á breiðbandinum”, sigur Páll Højgaard Vesturbú.

Í 2017 fer FT Net at gera nakrar royndarverkætlanir, har fipurnet verður lagt inn í bústaðir á útvaldum støðum kring landið, og í 2018 verður av álvara farið undir at leggja fipur út til brúkaran.

– Arbeiðið við at leggja fipurkaðlar inn í bústaðir er ein umfatandi uppgáva. Ætlanin er at samskipa útbyggingina av fipurnetinum saman við øðrum ætlanum, sum kommunur hava kring landið”, sigur Páll Højgaard Vesturbú.

Hann peikar á, at tað verið seg annaðhvørt við at leggja fipurkaðlar inn í bústaðir í sambandi við annað arbeiði, ella har ábøtur verða gjørdar á vegir ella gongubreytir.