Súkkla verður frá økinum við Smæruna og Ven og Virka á Kjalarvegi 48 kl. 11.15. Áðrenn fráferðina verður skipað fyri stuttari hugnaløtu við tónleiki, røðum og ábiti.
Børn úr dagstovninum, Blákollan selja myndlist og lata stuðulin til Team Rynkeby. Eisini verða tvær gávuhandanir.
Nakrar ungar gentur í aldrinum 8-10 ár hava havt ein serligan handil, har innkomni peningurin fer til Team Rynkeby og Dr. Margrethu barngarður letur eisini eina upphædd fyri sølu, sum børnini hava havt.
Kl. 10.30 byrjar tiltakið. Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, og Hervør Nolsøe,
umboðandi Team Rynkeby, halda røður og aftaná verður bjóðað kaffi og lagkøka í Smæruni. Eisini verður okkurt gott til børnini.
Kl. 11.15 byrjar ferðin til París. Øll eru hjartaliga vælkomin



