Nú verða á – og avskipingarmøguleikarnir norðan fyri Skúlatrøð loystir, umframt at fleiri parkeringspláss verða gjørd.
Stóra byggingin á Skúlatrøð hevur fleiri avbjóðingar við sær. Ein sera sjónlig avbjóðing, sum vit øll síggja og uppliva hvønn dag, eru ferðsluviðurskiftini kring Skúlatrøð. Tað eru serliga um morgnarnar, og tá ið skúladagurin er liðugur, at støðan ikki er haldbær.
Tískil er loysn funnin í samráð við Norðoya Sparikassa, sum er ein týðandi viðspælari í menningini og fríðkanini av hesum økinum í býnum. Í løtuni fremur sparikassin eina nýskipan av økinum kring bygningin, og er nýggj íbinding í Biskupsstøðgøtu partur av ætlanini.
Her hava kommunan og sparikassin avtalað, at sparikassin útsetir ein part av ætlanini, og ístaðin verður tað kommunan, sum skipar part av økinum hjá sparikassanum fyribils. Hetta til frama fyri ferðslutrygdina í sambandi við atkomuna til Skúlatrøð í byggitíðini.
Sum sæst á skitsuni, fer kommunan at fremja eina umskipan av Ósavegi, har ein rundkoyring verður gjørd innast, við norðurendan á fyrrverandi Ósaskúlanum, og fer kommunan at leggja asfalt á økið, seta kantsteinar og ljósmastrar upp, skelta og strika í samband við málið.
Henda loysn verður sett í verk beinanvegin.
Næst fyri er á- og avskipingarøki sunnan fyri Skúlatrøð við Gerðagøtu. Her fyriliggur loysn, og henda skal fremjast í 2017.
Fleiri parkeringspláss
Í byggibólkinum á Skúlatrøð fylti skúlagarðurin nógv. Vit skuldu fara frá asfaltfløtum úr enda í annan og heldur margfalda útiøkini, so tey stimbra ymsu sansirnar hjá børnunum betur.
Hetta hevur m.a ført við sær, at útiøkir eru nú, har parkeringsøkir vóru fyrr. Tískil eiga vit at útvega nýggj parkeringspláss og tað gera vit nú.
Fyri at bøta enn meir um íkomnu støðuna viðvíkjandi parkering til starvsfólk á Skúlatrøð, verður eitt kommunalt øki oman fyri kirkjugarðin á Ziskatrøð grivið út og planerað til parkeringspláss. Innkoyringin til parkeringsplássið verður frá Ziskagøtu.
Sum karmarnir broytast, eiga vit eisini at broyta hugsanarhátt. Í morgun- og dagtímunum eru hópin av parkeringsplássum á ítróttarøkinum tøk, og av tí at skúlaøkið og ítróttarøkið liggja upp at hvørjum øðrum, eiga hesi parkeringspláss at verið nýtt.
Kommunan fegnast um avtaluna við Norðoya Sparikassa, sum við hesum vísir ein góðan vilja til felags loysnir til frama fyri næmingar, foreldur, lærarar og vitjandi annars á Skúlatrøð og í hesum øki annars, sum nú veruliga byrjar at gerast vakrari.
Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung




