Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslan økist í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Í januar koyrdu 4,8% fleiri akfør gjøgnum Norðoyatunnilin enn sama tíðarskeið í fjør

Sambart tølunum fyri akfør er ferðslan í Norðoytunnlinum alsamt vaksandi.

Í fyrru helvt av 2008 var stór øking í ferðsluni í Norðoyatunnilinum, men tá kreppan byrjaði minkaði ferðslan í seinru hálvu av árinum. 

Samanlagt koyrdu 694000 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin í 2008 og er tað ein vøkstur uppá 4,8% í mun til 2007.

í januar 2009 koyrdu 1734 akfør í meðal pr. dag gjøgnum tunnilin og er tað ein vøkstur uppá 11,2

Havast skal í hugað at tunnilsdagurin í 2009 var í januar – meðan hann lág í februar 2008. Men sambart Norðoyatunnilinum er ferðslan í samband við tunnilsdagin umleið 2% av vøkstrinum.