Í morgin verður árliga jólatiltakið Norðurjól í Vágstúni, og í hesum sambandi verður vegurin gjøgnum Vágstún stongdur fyri gjøgnumkoyring.
Ferðslubroytingin sæst á myndini – vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, fríggjadag 1. desember kl.13 til í annaðkvøld, leygarkvøldið 2. desember kl. 22.00.
Tað er aftur í ár Kunningarstovan, sum vegna Klaksvíkar kommunu skipar fyri Norðurjól, og á skránni verða eitt nú sølubásar, piparkøkuhúsakapping og undirhald á pallinum. Harumframt verður jólatræið í Vágstúni tendrað, og í hesum sambandi heldur Andras Sólstein røðu, umframt at Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Norðurjól byrjar kl.13 í morgin, leygardagin 2. desember.



