Kl. 23:40 gjárakvøldið var boð eftir løgregluni, sløkkiliði og sjúkrabilum, tí tveir bilar høvdu rent frontalt saman í Hvannasundstunnlinum
Vit ringdu fyrst til politistøðin í Klaksvík, men har var sagt at tey høvdu fingið boð um at alt samskiftið við fjølmiðlar, frameftir skuldi verða gjøgnum vakthavandi á politigarðinum í Havn.
Rendu frontalt saman
Vakthavandi á politigarðinum í Havn greiður frá at samanstoyturin hendi beint norðan fyri miðjuna í Hvannasundstunnlinum.
– Tann bilurin sum hevði víkiskyldu koyrir við nógvari ferð og rennur frontalt saman við mótkoyrdandi bili. Stórur skrokkskaði er á báðum bilum, og fólkini í bilunum vóru koyrd á sjúkrahúsið. Eingin hevur fingið álvarsligan skaða, og sambært løgregluni er mistanki um rúsdrekka inni í myndini.
– Fólk sum varnast óhappið fara út úr tunnlinum at boða frá. Ikki ber til at geva boð frá sær inni í tunnlinum og beint eftir óhappið verður staðfest at roykur er í tunnlinum. Men tá sløkkilið og politi kemur á staði er eingin eldur at síggja.
Skeldarrí uttan fyri Klubban
Gjárakvøldið um nýggjutíðina gjørdi ein fullur maður um seg uttanfyri Klaksvíkar Klubba.
– Sum skilst hevur hann hildið nógvan gang og bankað niður á ein bil. Politiið var boðsent, men eingin var handtikin.




