Fyri umleið einum tíma síðani hendi ein ferðsluvanlukka í Kunoyartunlinum, ein maður og eitt barn vóru í bilinum.
Politi og bjargingarlið eru í løtuni í Kunoyartunlinum at fáa mannin leysan, ið sat fastkleimdur í bilinum, ímeðan barnið er farið á sjúkarhúsið.
Hvat ítøkiligt er hent, hava vit ikki fingið nógv at vita um, roknað verður tó fyri vist, at bilurin hevur rent inn í veggin øðrumegin fyrst og er síðani slongdur yvir í hina síðuna.




