Bæði fyrrverandi og núverandi formaðurin í ÍF siga, at hettavóru treytirnar fyri at fáa núverandi ÍF hópin soleiðis samansettan, tá kappingaráriðbyrjaði.
ÍF leikti í gjár fyrra Europa League dystin móti Linfield ífyrsta umfarinum í Europa League. Tað merkisverda við dystinum var, at nærumhelvtin av ÍF liðinum ikki leikti við, tí leikararnir vóru í feriu uttanlanda.
Linfield vann dystin 2-0 og hæddarpunktini kunnu síggjast á upptøkunum hjá Jóhan Thomsen HER
Í morgun hava bæði fyrrverandi formaðurin í ÍF, ÓlavurLarsen, sum gjørdi tær flestu av avtalunum áðrenn kappingina, og núverandiformaðurin Magnus Jørmundsson verið ávíkavist Rás 2 og KVF og greitt frá, athetta vóru treytirnar fyri, at ÍF kundi hava hesar leikararnar í ár. Leikararnirgjørdu nevndini greitt undan kappingarárinum, at teir bliuvu burturstaddir m.a.av familjuorsøkum mitt í summar. Í hesum førinum bleiv so Effodeildin raðfestframum Europa League. Báðir søgdu teir seg standa fult inn fyri hesum ogfyrrverandi formaðurin segði, at hann hevði gjørt tað sama umaftur, um ein slíkstøða skuldi komið fyri aftur.
Missa eina millión
Norðlýsið hevur í morgun tosað við fleiri persónar ífótbóltsheiminum, ið vóru til dystin. Semja er um, at Linfield liðið var somikið vánligt mikukvøldið, at tað er rættuliga sannlíkt, at eitt fullmannað ÍFlið hevði vunnið á teimum. Møguliga enntá so greitt, at liðið helst hevði komiðvíðari, hóast tað altíð er ringt at spáa um undan útidystinum. Tað standaeisini nógvir pengar uppá spæl. Í Europa League fáa liðini meira pengar fyri atspæla seg víðari(130.000 evrur) enn fyri bara at vera við í fyrsta umfarinum(120.000 evrur). Sostatt er tað knappliga ein millión, sum ÍF liðið møguligakundi fingið, um liðið var fullmannað.
Enn er útidysturin eftir, men tað vera einans JákupMikkelsen og Poul N. Mikkelsen tøkir til tann dystin afturat teimum, ið spælduí gjár. 2-0 kann sjálvsagt vinnast inn aftur tann dystin, men fortreytirnar eru ikki tær bestu eftir úrslitið mikukvøldið.
Føroyskur fótbóltur missur
Fyri føroyskan fótbólt er tað kanska eitt sindur spell, tá eitt lið ikki ger alt fyri at koma víðari, tá nú ein góður møguleiki er fyri tí. Í hesum føri skal tað skyljast á tann hátt, at liðið ikki spælir í nærheitini av sterkastu uppstilling, tí leikarar velja feriu framum Europa League. Tí úrslitini viðføra, hvussu føroysku liðini vera styrkismett framyvir. Fleiri sigrar koma, lættari verður at fáa yvirkomulig mótstøðulið. Min hinvegin kann man eisini skilja ÍF leiðsluna í hesum føri, sum møguliga ikki hevur havt so nógvar møguleikar, um teir vildu hava eins sterkan hóp sum teir nú hava til heimligu dystirnar.
Spurningurin er so, um hetta er byrjanin til eitt rák í føroyskum fótbólti, har leikarar fara at niður raðfesta Europa fótbólt í mun til onnur viðurskifti.




