Hanus Kjølbro um veðrið á Summar Festivalinum.
Hetta til Summarfestivalurin endar sunnunáttina fer veðrið at vera myndað av tveimum veðurskipanum og av gloppinum (hátrýstrygginum) ímillum lágtrýstini.
Fyrra lágtrýstið er við okkara leiðir í dag. Tað er veikt, tí er vindurin so lítil. Vindmátarar Landsverks siga frá vindi, sum er í mesta lagi 8 m/s. Miðdepilin er beint vestan fyri Føroyar, tí kemur vindurin úr lágætt – fyri tað mesta úr útsynningi-suðuri, sum dagurin fer at líða.
Í morgin fer ættin at vera útsynningur og seinnapartin útsynningur-vestan. Vindferðin fer at liggja undir 10 m/s – fyri tað mesta turt við sólglottum, men okkurt smávegis æl kann væntast um nátturðatíð. Hitin í morgin fer at liggja um 12 til 14 stig.
Í annaðkvøld er áðurnevnda lágtrýst farið sín veg norður í hav, og í tess stað er eitt nýtt lágtrýst á veg av leiðunum við eysturstrondina í USA. Soleiðis sum lufthavið sær út í løtuni, fara vit at merkja hetta lágtrýstið seinnapartin leygardagin, tá ið vindur fer at veksa nakað, og ættin fer at snara til sunnan. Til lágtrýst hoyra brúgvaløg við avfalli (regni). Soleiðis er eisini við lágtrýstinum, sum er ávegis. Hesi fara at vera nær seint seinnapartin leygardagin. Men áðrenn lágtrýstið er ov nær við okkum leygardagin, fer veðrið at vera gott – vindferðin fer at liggja undir 8 m/s, turt veður og sólglottar, og hitin fer at liggja um tað sama sum í dag og í gjár, 12 til 14 stig.




