Alt økið ímillum Ísland og Skotland er undir brúgvalagnum. Miðjan í tí heila er í ein útnyrðing úr Írlandi. Fyrsta, við hava merkt av hitabrúnni, er dis og sirm. Men so við og við regnar meiri. Mesta regnið á myndini er beint vestan fyri Føroyar.
Nú kennist avfall so at siga allasteðs í landinum sambært heimasíðu Landsverks. Brúgvalagið er komið so mikið nær nú, og sum dagurin gongur, fer at regna nógv.
Ringasta regnið verður miðskeiðis seinnapartin. Eftir tað regnar minni og minni. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s úr útsynningi, meðan regnið er uppá tað ringasta. Í kvøld minkar vindurin niður í 8 til 12 m/s.
Í nátt verður veðrið væl betri – lítið avfall og lítil vindur, men í morgin ári kann aftur væntast regn í eina løtu. Á middegi fer ættin upp í norðan – vindferðin 8 til 12 m/s. Eftir tað verður fyri mesta turt, skýggjað og sólglottar – tó onkrir ælingar.
Leygardagin fer ættin at vera útnyrðingur, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Vindur minkar seinnapartin niður í 3 til 8 m/s.




