Les, tá tú hevur tíð og hug og uttan mun til, hvar tú ert stødd/staddur.
Nú er aftur møguleiki at taka handilsskúla-lærugreinar sum fjarlestur á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Fjarlesturin byrjar umleið 1. september og til ber at taka einstakar lærugreinar á FHS ella eitt heilt FHS-prógv sum fjarlestur.
Hetta skúlaárið hava fleiri næmingar tikið eina ella fleiri lærugreinar. Próvtøkur vóru hildnar í januar og nú í juni. Sum heild hevur tað gingist ógvuliga væl hjá fjarlestrarnæmingum.
Flokshøli á netinum
Undirvísingin fer fram umvegis internetið. Tú gongur í einum ”internetflokki”, og tú hittir tínar floksfelagar og lærarar á netinum. Í hvørji lærugrein verða sonevnd “webinar” – hetta er online-undirvísing, har tú hittir læraran og hini lesandi í tykkara flokshøli á netinum. Lærarin undirvísir, tú kanst seta spurningar munnligt umvegis netið, og tú kemur at luttaka í bólkaarbeiði umvegis netið. Eisini verða upptøkur av ávísum evnum løgd á netið, sum tú kanst kunna teg við, tá høvi er til tað.
Teldupostur verður sjálvsagt eisini nógv nýttur í fjarlestrinum, tá uppgávur verða latnar inn skrivliga. Við telduposti ber eisini til at samskifta beinleiðis millum tann einstaka lesandi og læraran.
Lestrarhálvur
Fjarlesturin verður partvís skipaður í lestrarhálvur. Hetta merkir, at ein lærugrein verður gjørd liðug eftir umleið 4 mánaðum. Undirvísingin verður styttri og meira konsentrera.
Tvær lærugreinar verða bodnar út hvørja lestrarhálvu. Komandi skúlaár ber til at lesa Kunningartøkni C og Sølubúskap C á heysti 2013 og Virkisbúskap C og Enskt C á vári 2014. Tvær lærugreinar verða bodnar út á henda hátt. Samfelagsfrøði C á heysti 2014 og Føroysk C á vári 2015. Skúlin bjóðar eisini út Støddfrøði C, men verður henda lærugrein alt skúlaárið. Fyri at fáa fult FHS-prógv krevst luttøka í verkætlanararbeiði. Hetta verður skipað sum evnisskeið, sum ganga fyri seg á skúlanum – ein vika í desember 2014 og ein vika í apríl/mai 2015.
Lærlingar og førleikamenning
Fjarlesturin er eitt ógvuliga gott høvi til førleikamenning. FHS-prógv gevur møguleika fyri læruplássi innan handil ella skrivstovu og møguleika fyri at søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini og at enda sum handilsstudentur.
Hjalmar Hansen, deildarstjóri, sigur, at eisini handils- og skrivstovunæmingar, sum mangla handilsskúlalærugreinar, kunnu fáa gagn av fjarlestrinum. Fjarlesturin átti at verði ein fyrimunur bæði fyri lærling og arbeiðspláss.
Umsóknarfreistin er 30. juni
Upptøkutreytin er nøktandi 9. ella 10. floks prógv. Nærri kunning og umsóknarblað er at finna á www.fhk.fo. Umsóknarfreistin er 30. juni 2014.




