Á býráðsfundinum í gjár bleiv fíggjarætlanin fyri 2014 samtykt. Inntøkurnar verða 67,6 mió. kr. og rakstrarútreiðslunar verða 54,6 mió. kr.
Á býráðsfundinum í gjár bleiv fíggjarætlanin fyri 2014 samtykt. Inntøkurnar verða 67,6 mió. kr. og rakstrarútreiðslunar verða 54,6 mió. kr.
Skattaprosentið verður óbroytt 21 % og barnafrádrátturin verður 5.000,00 kr. Gjøldini fyri at hava børn á stovni vera framhaldandi millum lægstu í landinum. 2.000,- fyri eitt vøggustovupláss og eitt sindur minnið fyri ein barnagarðspláss. Gjaldið fyri børn í forskúlaaldri, 1. – og 2. flokki í nýggja Fríðtiðarheiminum á Gásamýru, verður óbroytt 1.100,- kr. Felags fyri øll gjøld á barnaøkinum er, at Juli mánaði er gjaldsfríður.
Frá 1. Januar 2014 verður tað ókeypis hjá almenninginum at nýta svimjihylin í kommununi.
Íløgur
Ætlanin er at gera íløgur fyri 19,8 mió. kr. Stórsta einstaka íløgan er í nýtt ráðhús. Á fíggjarætlanini fyri 2014 eru 6 mio. kr. settar av til hetta. Nýggja ráðhúsið skal eftir ætlan verða liðugt í 2015.
Fari verður eisini undir at gera eina nýggja sethúsaútstykking í Syðrugøru í 2014, og eru 4 mió. kr settar av til hetta endamál.
Stórur dentur verður eisini lagdur á at fríðka um í bygdunum við gøtum og ymiskum uppihaldsplássum, trivnaðinum hjá borgarunum at frama.
Øll fíggjarætlanin sæst á heimasíðuni hjá kommununi. www.eysturkommuna.fo




