Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarlógin fyri 2005

John William Joensen

Fakta: 1. Í 1998 var avlopið 470 mió. krónur. Í 2003 var avlopið umleið 20 mió. krónur. Tað vil siga, at avlopið minkaði við eini lítlari hálvari milliard tey árini, tá Karsten Hansen sat (tungt?) á kassanum.
2. Frá 1998 til 2003 øktust rakstrarútreiðslurnar hjá lands-kassanum 946 mió. krónur.
3. Í vár hevði Tjóðveldis-flokkurin eitt alternativt fíggjarlógaruppskot, sum vísti eitt hall á 99 mió. krónur (569 mió. krónur verri enn í 1998).

Hósdagin í farnu viku legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 fyri tingið. Uppskotið vísir eitt hall á 197 mió. krónur, sum er nakað minni enn hallið í 2004.
Fíggjarlógin hevur nógv ymisk endamál og er tí vanliga ein long røð av neyðsemjum ímillum tey ymisku endamál-ini. Nøkur av vanligastu enda-málunum eru:
1. At játta pening til økir, sum vit ynskja at útbyggja (tað kann til dømis vera eldraøkið, samferðsluøkið o.s.fr.)
2. Konjunkturregulering (at taka inn í góðum tíðum og lata út í ringum tíðum) fyri at stýra búskapinum.
3. At halda uppá likviditetin hjá landskassanum.
Hetta merkir, at fíggjarlógin skal vera við til at útbyggja samfelagið sambært politiska viljanum, samstundis sum hon eisini skal nýtast til at stýra búskapinum, og alla tíðina má hugsast um, hvørjar fylgjur hetta fær fyri likviditetin.
  
Mugu finna nýggjar inn-tøkur
At búskaparvøksturin í Føroy-um ikki er tann sami, sum hann hevur verið, er ein veruleiki, og niðurskurðurin í heildarveit-ingini er eisini ein veruleiki. Tí er neyðugt hjá politikarunum at halda ferðini í búskapinum uppi, við millum annað at játta pening til arbeiðsskapandi tiltøk, men samtíðis má eisini haldast aftur við útreiðslunum, tí likviditeturin hjá lands-kassanum er ikki góður. Hetta, saman við ynskjum frá ting-monnum um at fáa  játtanir øktar til teirra lokala øki, ella teirra ideologisku áhugamál, kann gera uppgávuna sera trupla.

Raðfestingar
Um vit venda aftur til nevndu endamálini við fíggjarlógini, so síggjast hesi soleiðis aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005:
1. Landsstýrið og samgongan hava valt at hækka serliga játtanirnar til økini “út-búgving og granskin” og
“almanna- og heilsumál”. Hetta avspeglar politiska endamál við fíggjarlógini (at játta pening til økir, sum samgongan ynskir at útbyggja).
2. Játtanin til íløgur lækkar í 2005, men hóast hetta, so verða íløgurnar meira arbeiðsskapandi í 2005 enn í 2004. Hetta kemst av, at nógvar av íløgunum, sum eru gjørdar tey farnu árini, eru gjørdar uttanlanda (t.d. nýggi Smyril).
Roknað verður við, at knappar 95 mió. krónur fleiri verða brúktar til íløgur í Føroyum í 2005, enn í 2004.
Fíggjarlógin hevur eitt hall á 197 mió. krónur. Tað er nakað, sum ikki kann halda fram í óavmarkaða tíð, og tí noyðist lands-stýrið at seta vinnu-politisk- og onnur tiltøk í verk,   sum   kunnu   skapa nýggjar inntøkur.
 
Andstøðan aðra raðfesting
Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmál-um hevur sagt, at um gamla samgongan framvegis sat við róðrið, so hevði avlop verið á fíggjarlógini fyri 2005, ella í ringasta føri høvdu inntøkur og útreiðslur verið líka stórar. Hetta vísir, at fyri honur hevur raðfestingin nr. 3 (at hava av-lop á botnlinjuni) størri týdn-ing enn raðfesting nr. 2.
Men tá hugsað verður um gongdina tey árini, tá Karsten Hansen skuldi eitast fyri at sita tungt á kassanum, so er tað undarligt, at sami maður nú sigur seg liggja inni við øllum loysnunum.

Kelda: Heimasíðan hjá Sambandsflokkinum