Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráðharrin eigur at hugsa seg um einaferð afturat!

John William Joensen

1. des. kemur kunngerð í gildið, har innflutningur av tollfríum sigarettum verður bannaður.

Hetta ger Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, uttan at viðgera hetta mál í samgonguni.

Hetta tykist mær serliga løgið, serliga tí tað undir samgongusamráðingunum tyktist vera breið semja um, at henda kunngerð ikki skuldi setast í gildi.

Tað er eisini óskiljandi, at tað almenna, eftir at hava selt 1/3 av partabrøvunum í Atlantic Airways til privatar íleggjarar, nú ein tíð er fráliðin, máðar grundarlagið undan hesi íløgu.

Kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríum sigarettum, fer at gera munandi inntriv í inntøkugrundarlagið hjá flogfelagnum. Løgtingið hevur samtykt at fyrireikingar skulu gerast til sølu av tí næsta 1/3 av partabrøvunum í Atlantic Airways. Hvat skulu komandi íleggjarar vænta sær frá Fíggjarmálaráðharranum tá?

Hví brúka 10 tals millónir til at hjálpa Norrønu fyri síðan at gera tað truplari at fáa alt at hanga saman?

Hvat er orsøkin til at Jóannes Eidesgaard bert bannar sigarettum – Er tað ikki inkonsekvent so at venda blinda eyga til luktilsi, góðgæti og brennivín?

Sæð út frá einum vinnupolitiskum sjónarvinkli ger Fíggjarmálaráðin eitt sjálvmál – Hann kann fyribyrgja hesum við at taka kunngerðina aftur áðrenn 1 des. Tað skal verða mín áheitan!

Jákup Mikkelsen, form. Fólkaflokksins á Ting