Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráðið turkar sín KT-trygdartruppuleika uppá Norðlýsið

John William Joensen

Tað má sigast at vera ein mannminkandi stakkalastøða, sum fíggjarmálastýrið er komið í, nú ein telda hjá stýrinum hevur sent eitt grovt innlegg til Norðlýsið.

Frammanundan valinum fingu vit fleiri innlegg í kjakið á www.nordlysid.fo, ið vildu vera við, at eitthvørt var, sum tað ikki átti í samband við óhappið sum Høgni Hoydal var fyri, tá hann fekk blátt eygað á eini ferð til Føroya frammanundan valinum.

Sjálvandi eru vit á Norðlýsinum sera ansin við kjakinum beint uppundir val, og fyri ikki at vera lagdir undir politiskt undirgravingarvirksemi, steðgaðu vit hesum innleggum, sum vit seinnu funnu útav, øll komu frá somu IP-adressu, nevniliga eini adressu, sum fíggjarmálastýrið ræður yvir.

Vit ringdu eisini til Høgna Hoydal og løgdu ákærurnar fyri hann, og hann segði, at hann hevði frætt um júst somu akærur aðrastaðni frá, og at tær als onki høvdu við veruleikan at gera.

Fyri at verja um kjakið hjá Norðlýsinum, valdu vit at almannakunngerða at vit høvdu fingið innlegg frá almennum stovni, ið vit als ikki kundu góðtaka og roknaðu sjálvsagt við hesum við, at hetta fór at fáa fólk at hugsa seg um, áðrenn tey sendu slíkar ákærur.

Men Fíggjarmálaráðið tekur als ikki KT-trygdina í álvara.

Vit á Norðlýsinum uppliva at fáa at vita frá aðalskrivaranum í Fíggjarmálaráðnum, at eftir eina innanhýsiskanning er funnið fram til, at ein telda hjá Fíggjarmálaráðnum hevur verið inni á kjaktorginum hjá Norðlysinum, júst í somu sekundum, sum okkara ambætari hevur skrásett ip-adressuna. Men, sigur aðalstjórin: “Vit goyma bert neyvastu upplýsingarnar í eina viku, so høvdu tit sagt okkum beinanvegin um innleggið, so høvdu vit kunna funnið tann seka”.

So vita tit tað, tit, sum møguliga koma út fyri illneiting úr fíggjarmálaraðnum. Men tað vitstu vit ikki tá.

Vit standa tí púrasta spyrjandi tá Fíggjarmálaráðið aftaná sendir eitt tíðindaskriv út, har Norðlýsið verður lagt undir at gita og illgita og at leggja starvsfólk hjá Fíggjarmálaráðnum undir líkt og ólíkt.

Vit hava als ikki lagt starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum undir nakað sum helst.

Fyri at skera út í papp, tað sum er hent, so er søgan hendan:

Vit fáa eitt innlegg, sum leggur Høgna Hoydal undir ólíkindi, beint meðan valstríðið gongur. Vit gera av ikki at koyra tað út, men spyrja tó Høgna um høpi er í hesum. Fyri at sleppa undan slíkum ágangi á kjakið hjá www.nordlysið.fo velja vit at steingja fyri at ip-adressan sleppur á nordlysid.fo og siga søguna, fyri at lýsa hví man ikki kann senda hvat sum helst á heimasíðuna sum Norðlýsið hevur ábyrgdina av, tað er søgan.

At Fíggjarmálaráðið hevur so vánaliga KT-trygd at ráðið onki annað veit sær at gera, tá KT-trygdin svíkur, uttan at leypa á okkum og svína okkum til, halda vit vera ovboðið.

Tað er í okkara verð stór skomm, at Fíggjarmálaráðið skal turka sína væntandi KT-trygd upp á Norðlýsið. Ráðið átti at verið meira at sær komið.