Grundraksturin skal tryggjast, meirjáttan til svøvnkøvu og pening til fleiri læknar er meirilutin í fíggjarnevndini samdur um
Fíggjarnevndin hevur júst lagt sítt álit fram. Meirlutin í fíggjarnevndini eru Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen. Teir hava hesar viðmerkingar í mun til Klaksvíkar Sjúkrahús:
Meirilutin tekur undir við broytingaruppskoti landsstýrisins. um at játta 450 tús. kr. afturat til svøvnkøvu og 2.920 tús. kr. afturat til at tryggja grundraksturin. Meirilutin heldur harumframt, at játtanin kann hækka við 3.500 tús. kr., hetta fyri m.a. at tryggja, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ráð til bæði at hava ein medisinara og at hava ein narkosulækna.



