Og úrslitið er ein sending á ein heilan tíma um leiðina hjá KÍ til føroyameistaraheitið í 2021. Sent verður á Rás1 hjá Televarpinum leygarkvøldið 19. februar kl. 19.00
Hyggjarin sleppur við í skiftingarrúmið, og ein túr heim til spælarar, sum fyrireika seg til dyst og so seta spælarar og venjari orð á bæði góðar og minni góðar løtur í kappingarárinum.
Øll málini eru við í sendingini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur, hevur lagt til rættis. RACLIP hevur staðið fyri framleiðsluni.
Sendingin, KÍ eru vit, verður frumframsýnd fyri innbodnum fríggjakvøldið 18/2-2022, og síðani verður hon send á Rás1 hjá Televarpinum leygarkvøldið 19/2-2022 kl. 19.00.
Sendingin er eitt samstarv millum RACLIP, Bláu Bylgjuna og Televarpið.
Sí brot úr sendingini niðanfyri



