Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimleikaframsýning í KÍ høllini

John William Joensen

Sunnudagin 30. mars kl. 15:00 verður árliga fimleikaframsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikarafelag í KÍ høllini.

Síðan Klaksvíkar Fimleikarfelag var endurstovnað í november 1998 hava stóru fimleikaframsýningarnar í KÍ høllini verið sera væl vitjaðar.

Í ár fara umleið 300 fimleikarar at sýna fram í rytmiskum fimleiki og lop.

Á framsýningini í ár verður nýggj útgerð tikin í brúk.

Atgongumerki til framsýningina kostar 100 krónur fyri vaksin og 30 krónur fyri børn í skúlaaldri. Børn undir skúlaaldri sleppa ókeypis.