Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fimleikahøll fram um spæliland!

klaksvik.fo

Verkætlanin við fimleikahøllini verður framskundað, sigur Karl Johansen, borgarstjóri. Semja er í samgonguni um, at fleiri pengar skulu setast av til fimleikahøllina, tí umstøðurnar hjá fimleikafelagnum eru als ikki nøktandi, og tað ynskja vit at gera nakað við.

– Høga raðfestingin av fimleikahøllini merkir samstundis, at verkætlanin við spælilandinum liggur longri frammi í tíðini. Avtalað um hetta er eisini gjørd í sátt og semju við arbeiðstakaran.

– Hóast farið er í gongd við at grava út fyri spælilandinum, so er hetta arbeiðið ikki gjørt til fánýtis, tí í fyrstu atløgu verður økið gjørt til parkering.

– Ítróttarøkið í Klaksvíkar kommunu verður støðugt ment og dagført: nú er semja um at gera uttandura vælveruøkið í svimjihøllini liðugt, somuleiðis sum rennibreytin verður tikið í brúk í heyst. Saman við menningini av stadionøkinum við Djúpumýru, sum fer at gera tað møguligt at spæla altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík, so er alneyðugt, at fleiri parkeringspláss í økinum verða raðfest.

– Kommunan hevur síðan síðsta summar dagført flestu spæliplássini í býnum, og hósdagin varð samtykt á býráðsfundi at halda fram við hesi raðfesting við m.a. at økja játtanina til spæliplássið á Kráargøtu. Hetta verður uttan iva eitt sera snøgt og hugnaligt øki, har parkeringsmøguleikarnir eisini verða raðfestir.

– Í samgonguni eru vit sostatt samd um, at umraðfestingin fer at gagna okkara borgarum, sum heilt víst fáa stóra gleði av eini nútímans fimleikahøll, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.