Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimleikarir luttaka til NEC um vikuskifti

Tíðindaskriv

Í morgun fara 4 av okkara bestu fimleikarum til Danmarkar at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.

Fimleikararnir eru: Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum og Vár B. Árting.

Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum teir heimsbestu og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg. Kappingin verður leygardagin og finalurnar vera sunnudagin

Men tað eru ikki bert fimleikarar sum fara við, vit hava ikki minni enn fýra dómarar við til kappingina og teir eru Anna Margit Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali

Og við frá Fimleikasambandinum er Harald Joensen