Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fimm av sjey bátum hava fult stigatal

Jákup Ósá

Størsti spenningurin í FM kappingini er hjá 5-mannaførum við gentum og dreingjum.

  

Leygardagin verður fimti FM kappróðurin í ár, tá Fjarðastevna er í Vestmanna. Erla Kongsdóttir, Sølmundur, Páll Fangi, Argjabáturin og Ormurin Langi hava verið so mikið sannførandi, at hesir bátar hava vunnið allar róðrarnar og hava tí beina kós móti FM. Kravið er bara at enda í topp 2 írestandi tríggjar róðrar hjá hesum bátum.

 

Tveir spennandi róðrar

Tað er sostatt bara hjá yngru røðarunum, at spenningur er í. Hjá 5-mannaførum við gentum kappast Blikur og Tambar, har Blikur er tvey stig frammanfyri. Blikur hevur 25 stig, Tambar hevur 23 stig, meðan Drekin á 3. plássi hevur 18 stig og tí neyvan FM møguleika. Mest spennandi róðurin er hjá 5-mannaførum við dreingjum. Har kappast tríggir bátar um FM. Jallurin og Drekin hava 24 stig, meðan Sílið hevur 22 stig. FM kappróðurin í Vestmanna byrjar leygardagin kl. 15.00.