Treysti hevur nógvar góðar ungar íðkarar, sum umboða Føroyar í hesum døgum. Sum kunnugt er Rebekka Fuglø á Oyggjaleikunum á Jersey, har hon í morginári kl 10.30 rennur 800m finalu.
Fimm aðrir ungir íðkarar úr Treysti fóru í morgun við Talentlandsliðnum hjá FÍF til Gøteborg, har tey alt vikuskiftið fara at kappast í VU-Spelen. Yvir 3.000 aðrir íðkarar luttaka í hesi stóru kapping, sum fer fram á Nya Ullevi í Gøteborg. Í alt eru 24 føroyskir íðkarar úr Treysti, Bragdið og Hvirluni við í kappingini. Føroysku íðkararnir plaga at koma aftur við góðum úrslitum, og vónirnar um tað, eru góðar aftur hesuferð.
Aftast f.v.: Guttorm Sørensen (venjari), Gunnar Sivertsen og Rebekka Fuglø
Mittast f.v.: Óluva Allansdóttir Joensen og Birita Ryan
Fremst f.v.: Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen
Tey fimm úr Treysti eru Gunnar Sivertsen, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø, Óluva Allansdóttir Joensen og Birita Ryan. Jorie Josephsen, úr Treysti, er ein av ferðaleiðarunum á túrinum. Tey hava øll, saman við øðrum úr Treysti, vant dúgliga á Svangaskarði síðani seinast í apríl, fyri at fyrireika seg so væl tilber til tær spennandi avbjóðingarnar íð standa fyri framman.
Á hesi heimasíðuni ber til at fylga við hvussu gongst hjá teimum: VU-Spelen 2015
Skráin hjá teimum úr Treysti er hendan:
| 3. juliFre | 13.40 | Dreingir 17 800m | Gunnar Sivertsen |
| 4. juliLör | 16.35 | Dreingir 17 1.500m | Gunnar Sivertsen |
| 5. juliSön | 18.20 | Dreingir 17 3.000m | Gunnar Sivertsen |
| 3. juli Fre | 14.45 | Gentur 13 600m | Maria Biskopstö |
| 4. juli Lör | 15.20 | Gentur 13 1.500m | Maria Biskopstö |
| 5. juli Sön | 17.45 | Gentur 13 200m | Maria Biskopstö |
| 4. juli Lör | 10.10 | Gentur 13 60m | Birita Ryan |
| 4. juli Lör | 11.25 | Gentur 13 Trístøkk | Birita Ryan |
| 5. juliSön | 13.45 | Gentur 13 Longd | Birita Ryan |
| 5. juliSön | 17.45 | Gentur 13 200m | Birita Ryan |
| 3. juli Fre | 14.05 | Gentur 14 800m | Oddvör Josephsen |
| 4. juli Lör | 11.25 | Gentur 14 80m | Oddvör Josephsen |
| 5. juli Sön | 18.45 | Gentur 15 2.000m | Oddvör Josephsen |
| 3. juli Fre | 16.30 | Gentur 13 Spjót | Óluva Allansdóttir Joensen |
| 5. juli Sön | 09.10 | Gentur 13 Kúla | Óluva Allansdóttir Joensen |
Guttorm, sum í løtuni er á Jersey saman við Oyggjaleikalandsliðnum, fer eftir kappingina hjá Rebekku Fuglø í morgin, saman við Bragdavenjaranum Debes H. Christansen, at seta kósina móti Gøteborg.





