Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm KÍ leikarar við U16 landsliðnum

Jákup Ósá

Í morgun fór U16 landsliðið hjá dreingjum til menningarkapping í Slovenia.

Í morgun fór U16 landsliðið hjá dreingjum til menningarkapping í Slovenia.

Seinastu árini hevur KÍ mangan verið millum liðini, ið hevur verið best umboðað á U-landsliðunum hjá gentum. Á dreingjasíðuni hevur tað sama ikki verið galdandi, tí har hava hini stóru feløgini sum oftast havt fleiri leikarar, meðan KÍ sum oftast hevur havt eitt stað millum ein og tríggjar. Hesaferð er KÍ við 2001-2002 árganginum óvanliga væl umboð, og hetta er helst tað størsta talið av landsliðsleikarum á dreingjasíðuni, sum KÍ hevur havt síðani 1995-1996 árgangin, sum í 2011 eisini hevði fimm leikarar á U17 landsliðnum. Undan tí skuldu vit nokk aftur til 1992 árgangin, sum einaferð taldi fleiri enn fimm leikarar.

Teir fimm KÍ leikararnir, ið vóru við ferðalagnum í morgun, ið taldi 18 leikarar, vóru Fríðálvur Klakk, Olaf K. Hansen, Gulak Jacobsen, Óli E. Poulsen og Jonn Johannessen.

Í menningarkappingini í Slovenia luttaka Føroyar, Slovenia, Litava og Luksembourg. Venjari hjá U16 landsliðnum er Thomas Thinggaard og hjálparvenjari er Eli Hentze.

Myndin er av teimum fimm KÍ leikarunum á Vága Floghavn í morgun. Myndina tók Eyðstein Poulsen.

Harleyfacadeacryl