Sambært yvirliti hjá Vørn, so hava fimm línubátar higartil í ár selt fyri yvir 10 milliónir.
Sambært yvirliti hjá Vørn, so hava fimm línubátar higartil í ár selt fyri yvir 10 milliónir.
Tað hevur ligið best fyri hjá línubátinum Stapanum higartil í ár. Stapin hevur selt fyri næstan 13 milliónir. Fýra aðrir línubátar hava selt fyri yvir 10 milliónir. Teir eru Sandshavið, Sigmund, Kambur og Jákup B. Yvirlitið røkkur fram til 22. oktober, so landingar eftir tað eru ikki við í yvirlitinum.
So nógv hava fimm teir bestu línubátarnir selt fyri:
Stapin 12.682.411 kr
Sandshavið 10.522.909
Sigmund 10.343.170
Kambur 10.135.257
Jákup B 10.063.044




