Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm mál á skránni fyri tingfundin

Helgi Abrahamsen

Løgtingið kemur saman nú klokkan 11. Fimm fyrstu viðgerðir eru á skránni umframt framløga.Her er ein stutt gjøgnumgongd av málunum, sum eru á skrá fyri fundin:

Løgtingið kemur saman nú klokkan 11. Fimm fyrstu viðgerðir eru á skránni umframt framløga.

Her er ein stutt gjøgnumgongd av málunum, sum eru  á  skrá fyri fundin:

Landsbanki og Váðaráð

Fyrsta málið er uppskotið um at  stovna Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð.

Í viðmerkingunum til tað uppskotið sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at høvuðsendamálið við uppskotinum er at  virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Tað vil siga at endamálið er at fyribyrgja, at Føroyar aftur verða raktar av fíggjar- og búskaparkreppum.

Harumframt skal Landsbanki Føroya eisini verða almennur fíggjarstovnur, sum umsitur ogn og skuld landsins, og skal kunna veita lán til kommunur og almennar grunnar.

Váðaráðið skal vera ein eftirlitsmyndugleiki, ið fylgir við støðuni í teimum ymisku pørtunum í føroyska fíggjarheiminum.

Samhaldsfasti

Næsta málið á skránni er av tekniskum slag.

Skotið verður upp, at broyta lógina um Samhaldsfasta soleiðis, at í staðin fyri at standa at stýrisformaðurin í Gjaldstovuráðnum er formaður í nevndini fyri Samhaldsfasta, skal standa at stjórin í Landsbankanum er formaður.

Hægri barnafrádráttur

Triðja málið snýr seg um at broyta lógina um áseting av skatti soleiðis at  barnafrádráttin til smábarnafamiljur við børnum undir skúlaaldri hækkar úr 6.500 kr. árliga upp í 9.200 kr. árliga fyri hvørt barnið.

Búskapargrunnurin

Fjórða lið á  skránni snýr seg um at geva landsstýrinum heimild til at flyta inntøkur frá søluni av 2/6 av P/F Lív Holding í Búskapargrunn Føroya (23,3 mió. kr.). Hetta er fyrsta upphædd, ið verður flutt í Búskapargrunn Føroya, síðan hesin varð stovnaður.

Altjóða sáttmáli um ránsveiðu

Seinasta málið í skránni fyri tingfundin  er ein tillaging sum má gerast, fyri at Føroyar kunnu fylgja einum altjóða sáttmála um at forða ólógligum,  ófráboðaðum  og  óskipaðum fiskiskapi.

Eisini er endamálið at  seta í verk skipanir, sum vit hava átikið okkum  í millumtjóða avtalum og samstarvi um fiskiveiðieftirlit og at forða fyri ránsveiðu. Harumframt skal lógaruppskotið geva greiða heimild til at krevja, at upplýsingar um veiðu o.a. verða sendar myndugleikunum elektroniskt og í teldutøkum formati.