Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm tøknilig framstig sum fara at broyta títt lív komandi árini

Klæmint Klakk

Næstu árini kunnu læknar geva tær sergjørdan heilivág sum er snikkaður til tín. Elrokningin kann lækka munandi og robottar kunnu gerast ein natúrligur partur av arbeiðsdegnum.

Hetta eru nøkur av framtíðarútlitunum í eini nýggjari frágreiðing frá Stanford University, har fremstu granskarar hava mett um, hvørji tøknilig framstig fara at hava størstu ávirkanina á samfelagið komandi árini. Summar broytingar eru longu byrjaðar, meðan aðrar væntast at taka dik á seg komandi áratíggju.

1. Vitlíki verður eins vanligt sum internetið

Vitlíki fer sambært Stanford ikki bara at svara spurningum. Tað fer at hjálpa læknum at staðfesta sjúkur, granskarum at menna nýggjan heilivág og fyritøkum at taka avgerðir skjótari enn áður.

Við tíðini kann tað gerast eitt amboð, sum verður eins sjálvsagt sum internetið er í dag.

2. Heilivágur verður gjørdur til júst tín

Í dag fáa nógvir sjúklingar somu viðgerð, hóast sjúkan kann vera ymisk frá persóni til persón.

Við framstigum innan lívfrøði og genetiska tøkni vænta granskarar, at viðgerðir í nógv størri mun kunnu verða lagaðar til einstaka sjúklingin. Tað fer væntandi at geva betri úrslit og færri hjáárin.

3. Reinari og bíligari orka

Nýggj kjarnorka, samanbræðing, betri battarí og framkomnar jarðhitaskipanir eru millum økini, sum Stanford metir kunnu broyta orkuframleiðsluna komandi árini.

Eydnast hesi framstigini, kann tað broyta bæði elframleiðslu, flutning og ídnaðarframleiðslu. Orka hevur ávirkan á nærum alt vit keypa og brúka, og tí kann hon eisini ávirka kostnaðarstøðið í gerandisdegnum.

4. Menniskjaligir robottar

Tað kann ljóða sum framtíðarskaldskapur, men sambært Stanford kunnu menniskjaligir robottar fáa størri leiklut á arbeiðsplássum komandi árini. Teir kunnu hjálpa á goymslum, sjúkrahúsum og í framleiðslum við uppgávum sum lyfting og flutningi av tilfari. Granskararnir leggja tó dent á, at tílíkir robottar fyrst og fremst skulu arbeiða saman við menniskjum. Teir eru framvegis ov dýrir og tekniskt avmarkaðir til at gerast ein vanlig sjón í heiminum hjá fólki.

5. Nýggj vitan um heilan kann broyta læknavísindi

Heilin er framvegis eitt av størstu loyndarmálunum innan læknavísindi, men sambært Stanford kann nýggj tøkni komandi árini geva granskarum nógv betri innlit í, hvussu heilin virkar. Tað kann leggja lunnar undir nýggjar viðgerðir móti sjúkum sum Alzheimer og Parkinson og geva granskarum eina nógv betri fatan av, hvussu heilin arbeiðir.

Tað er óvist, nær øll hesi framstigini gerast ein partur av gerandisdegnum, men sambært Stanford eru broytingarnar longu í gongd, og tær kunnu fáa stóra ávirkan á, hvussu vit arbeiða, liva og fáa viðgerð í framtíðini.

Les samandrátt av rapportini her.