Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm U21 leikarar frá sama árgangi úr sama liði

Jákup Ósá

Sjáldsom hending: 1992 árgangurin hjá KÍ hevur framleitt næstan ein triðing til U21 landsliðshópin, sum møtti Týsklandi fríggjakvøldið.

Sjáldsom hending: 1992 árgangurin hjá KÍ hevur framleitt næstan ein triðing til U21 landsliðshópin, sum møtti Týsklandi fríggjakvøldið.

Teitur M. Gestsson, Sørmundur Kalsø, Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen og Heðin Klakstein vóru allir millum teir 18 leikararnar, sum vóru úttiknir til dystin móti Týsklandi. Teitur og Ivan byrjaðu, meðan Heðin og Sørmundur komu inn. Jóhan sat á bonkinum allar minuttirnar.

Allir eru teir føddir í 1992 og uppvaksnir á sama KÍ liði. Venjari frá tí, at teir vóru 10-12 ára gamlir og til og við teir vóru 19 ára gamlir var Eyðun Klakstein. Í ár er hann so aftur venjari hjá fýra av teimum í Effodeildini. Teitur M. Gestsson fór tó niður til Danmarkar, tá hann var 15-16 ára gamal. Hetta liðið vann fleiri FM heitir gjøgnum ungdómsdeildirnar og seinast í unglingadeildini í 2010.

Nú hava vit ikki eftirkannað hetta, men møguliga er tað ikki komið fyri áður í føroyskum landsliðsfótbólti so høgt uppi í aldursrekkjunum, at ein einstakur árgangur frá einum ungdómsárgangi í einum felagi hevur verið so væl umboðaður við nærum einum triðingi av hópinum (27,8 %).


Teitur væntaði tað

Eftir dystin hittu vit Teit M. Gestsson, ið eisini longu hevur snoddað til A-landsliðið, um hesa serstøku hendingina, har fimm leikarar frá 1992 árganginum hjá KÍ spældu á sama U21 landsliði.

– Ja eg havi faktisk ikki hugsað so nógv um tað, men tað er nógv. Man kennir allar, ið eru við og eg haldi bara, at tað er fantastiskt. Tað vísir øgiliga væl, hvat venjararnir í KÍ hava gjørt fyri okkum. Tá hugsi eg serliga um Eyðun (Klakstein blaðm.), ið er ein fantastiskur venjari og hvat hann hevur gjørt fyri okkum og gingið høgt uppí tað. KÍ hevur trúð uppá okkum, tá vit vuksu upp í aldrinum har, og tað sær man so aftur nú á U21 landsliðinum. Vit hava eisini verið 4-5 leikarar á ungdómslandsliðum, tá vit vóru yngri.

Teitur M. Gestsson fór til Danmarkar sum 15-16 ára gamal og hevur annars ikki spælt saman við hinum KÍ leikarunum frá 1992 árganginum síðani. Men um hann minnist aftur á ta tíðina, so kemur hetta ikki óvæntað á hann, at hesin KÍ árgangurin er so væl umboðaður nú nøkur ár seinni.

– Teir eru har, sum eg væntaði tá. Allir eru fínir spælarar og faktisk er onkur leikari, ið eg hevði mett hevði enn størri møguleika at vera á U-landsliði, men sum ikki er við nú. Tá hugsi eg kanska serliga um Helga Samson, sigur Teitur M. Gestsson at enda við Norðlýsið.