icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimtan ár

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Fimtan ár gingu, frá tí at Bókadeildin fyrstu ferð hoyrdi um Rokksøguna, til hon í dag liggur liðug í bókahandlunum.

Nógv fólk hava hjálpt til við skriving. Teir, sum at enda tóku samanum, vóru Hans Egholm, sum fekk hugskotið av fyrstan tíð, Karten Hansen, sum hevur lagt nógva orku í arbeiðið, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam, sum tóku um endan og skrivaðu tær seinastu reglurnar í føroysku rokksøguni.

Bókin má sigast at vera úrslit av rættiligum pionerarbeiði. Óteljandi eru tey fólk, sum hava greitt frá, grivið er í bløðum bæði her heima, í Danmark og Íslandi, og rættiligt detektivarbeiði hevur tað verið manga ferð at finna fram til røttu upplýsingarnar um hetta og hatta innan føroyska rokksøgu.

Men nú er hon so her, tann fyrsta av sínum slagi í føroyskum høpi, og vit á Bókadeildini eru rættiliga væl nøgd við, at vit hava verið við til at laða ein varða í føroysku tónleikasøguni.

Bókin er 431 bls. við navnalista og einum hópi av gomlum og nýggjum, sera áhugaverdum myndum.

Hon er býtt upp í tíggjuáraskeið frá fimmtiárunum til dagin í dag. Lýst verða rák, persónar, bólkar og støð, sum hava havt týdning fyri føroysku rokksøguna.

Bókin er innbundin, og á permuni sæst gittarin sum er altavgerandi súmbolið fyri rokktónleikin. Henda tónkleikagrein, sum hevur havt so stóra ávirkan á samfelag, mentan og búskap, sum hevur myndað ættarlið síðan annan veraldarbardaga fram til í dag. Ættarlið, sum hava kent seg aftur í hesum tónleiki, hava havt stuttleika av honum, hava brúkt hann til at búnast og gera uppreistur móti eldra ættarliðnum. Talan er um eina ta størstu og ríkastu mentanargreinina yvirhøvur, bæði mált í vavi og peningaliga.

So vist hevur henda bókin alstóran týdning!

Í sambandi við útgávuna verður bókaframløga kl 16.00 á Reinsarínum, og seinni um kvøldið kl. 20.30 verður søguligt rokkkvøld, har Simme, Teitur, Nikolina og Eyðbjørn av Kamarinum, Stanley Samuelsen, limir úr Mold, Rúna á Heygum, Rókur Jákupsson Jakobsen, Lív Dam, limir úr Deja Vu, limir úr Deiggj, Hans Andrias, Vanja Carlsen, Jógvan Andrias Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Kári Sverrisson, Evi Tausen og Frank In a Phonebox fara at føra okkum ígjøgnum føroysku rokksøguna.