Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finalan á Quiztinum verður í Atlantis leygarkvøldið 31. januar

Høgni Klakkstein

Tað verður forkvinnan í Starvsmannafelagnum Selma Ellingsgaard og advokaturin Hans Trygvi Teirin, sum fara at manna annað liðið í spennandi finaluni á Quiztinum, ið verður í Atlantis leygarkvøldið 31. januar.
Og nú leygarkvøldið verður avgjørt, um tað verða Rás 2 morgunvertirnir Eyðfinn Drewsen og James Olsen ella Gekkavertirnir Petrina Berg og Magnus Magnussen, ið fara at manna mótstøðuliðið. 

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19:00.

Sí eisini: Atlantis.fo