Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finalan er byrjað á Tannspenn

Nordlysid

Starvsfólkini á tannlæknastovuni Tannspenn í Klaksvík hita upp til finaluna, og í dag – dagin fyri finaluna – er fepurin blivin so høgur, at at øll starvsfólkini møttu upp í litunum hjá sínum liði.

Starvsfólkiniá tannlæknastovuni Tannspenn í Klaksvík hita upp til finaluna, og í dag – daginfyri finaluna – er fepurin blivin so høgur, at at øll starvsfólkini møttu upp ílitunum hjá sínum liði.

 

 

Fótbóltsfepurin er av álvara farin at gera um seg kring um íNorðoyggjum og í Eysturkommunu, nú tað bert er eitt døgn, til stóra finalan viðmethøgum áskoðaratali verður blást í gongd á Tórsvølli.

 

Hetta sæst aftur ymsastaðni í lokalsamfelagnum, tí fólk eruspent til finaluna og løgmanssteypið, sum nú hevur staðið í skjótt fimm ár ískápinum hjá Víkingi í Gøtu.

 

Á Tannspenn í Klaksvík, sum Jonna Sjúrðarberg úr Leirvík ogHalldis á Grønastøð úr Klaksvík eiga í felag, er fepurin nú komin so langt upp,at øll starvsfólkini møttu upp í litunum hjá sínum liði.

 

So er spurningurin, hvør verður í betri lag og hevur rættinat arga mánamorgunin … 🙂 🙂

 

KOYR Á ….. 🙂