Talan er um síðsta venjingardystin hjá KÍ, sum sunnudagin spælir stórsteypadyst móti B36.
Víkingur vann seg í finaluna við at vinna móti HB, sum Víkingur ofta hevur gjørt síðsta árið, meðan ein góður fyrri hálvleikur hjá KÍ gjørdi, at dysturin móti NSÍ ongantíð bleiv spennandi hóast liðini vunnu hvør sín hálvleik.
Liðið hjá Víkingi minnir nógv um liðið í fjør. Tó eru onkrir skaðar. Hjá KÍ eru teir flestu tøkir. KÍ skal finna nýggjar loysnir fyri Jóannes K. Danielsen og Bob Sumareh, sum báðir vóru týdningarmiklir móti júst Víkingi í fjør. Í kvøld kann hugsast, at tað verða nýggir leikarar royndir á hesum plássum, sum ikki hava roynt seg nógv har fyrr í ár.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.00 og KÍ boðar frá á eini heimasíðu, at atgongumerkið kostar 80 kr.



