icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fingu ein smáblettutan Reyðháv norðanfyri

Oliver Joensen

 

– sjaldsamur og ikki fingin fyrr á so djúpum her

Fríggjakvøldið fór Norðlýsið ein “fotosafari túr” við Norðsøka. Leiðin gekk út á kantin norðanfyri og sett var á umleið 180 metra dýpið.

Veðrið var av tí allar besta og tá liðugt var at draga teir 50 stamparnar vit høvdu við, táttaði veiðan í 5000 pund. Sum vera man úti á kantinum á landgrunninum, so var størsti parturin longa og brosma ímeðan fitt av stórum góðum toski var uppi í, eins og nakað av góðari hýsu.

Tað sum fangaði eygað á okkum hendan túrin, var millum annað lítli flotti Reyðhávurin vit fingu. í bókini hjá Rógva Mouritsen um Fiskar undir Føroyum stendur millum annað um smáblettuta Reyðhávin:

“Hann verður upp í ein metur til støddar. hann er vanliga ikki fingin longur niður enn á 100 metra dýpi undir Føroyum. Smáblettuti Reyðhávurin er bert veiddur undir Føroyum fáar ferðir og er tá fingin inn við land.”

Sagt verður annars um hendan hávin, at hann hevur havt lítlan vinnuligan týdning. Seinastu tíðina hevur hann verið seldur í Onglandi og Skotlandi í “Fish & Chips” handlum undir navninum “rock salmon”, rock eel, huss ella “sweet William”. Aðrastaðni er hann eisini brúktur til suppu. Harða skræðan hevur onkuntíð verið brúkt í staðin fyri pimpstein. Men tað at Reyðhávur má skrædlast áðrenn hann kann blíva skorðin til flak, hevur gjørt at áhugin fyri honum hjá vinnuligum fiskimonnum hevur verið lítil.