Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fingu mál og betri úrslit í Portugal

Jákup Ósá

(Porto) Hóast nógv skerdir, so eydnaðist tað Føroyum at betra um úrslitið frá í Føroyum móti sama liðið og eisini skora eitt mál á útivølli móti europameistarunum.

Portugal fekk eina dreymabyrjan og føroyska liðið hevði tað trupult fyrstu løtuna. Portugal koma á odda 2-0, men stutt áðrenn hálvleik eydnaðist tað Rógva Baldvinsson at skora eitt flott mál eftir effektiva innkast støðu, har Odmar Færø skallðai bóltin víðari, har Rógvi fluktaði bóltin í málið. 2-1 var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki legði Portugal hart út og Føroyar vóru undir einum stórum trýsti fyrsta partin av hálvleikinum. Portugal kom eisini á odda 3-1 og 4-1 tá ein tími var leiktur. Móti endanum fekk Poprtugal eitt mál afturat og so bleiv endaliga støðan 5-1.

Føroyar kunn fegnast um, at talan bleiv um betri úrslit enn á heimavølli og enntá megnaðu at skora á útivølli. Tá skal havast í huga, at nógvir profilar manglaðu m.a. allir tríggir, ið vanliga spæla á sentrala miðvøllinum, tá allir eru tøkir.

Harleywoodpaint