Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fingu øll heiðursmerkir á Oyggjaleikunum

Jóhann Lützen

Hesa vikuna hava tríggir av svimjarunum úr Ægir verið við til Oyggjaleikir 2023 í Guernsey. Tað hevur gingið avbera væl hjá okkara svimjarum og vóru øll í onkrum finalum. Tey sum vóru við vóru Heini Mohr Askham, Lea Osberg Højsted og Líggjas Joensen.

Heini Mohr Askham luttók í alt 5 greinum og fekk hann eisini nøkur heiðursmerkir. Í 1500m frí endaði hann á einum flottum 2 plássi Í 800m frí fekk hann eina bronsu

Lea Osberg Højsted luttók í 5 ymiskum kappingum, har hon fekk eitt flott 2 pláss í 200m bringu Lea luttók eisini í liðkappingum, har ið hon fekk 2 silvur

Líggjas Joensen luttók í 6 kappingum, har ið hann vann eitt gull heiðursmerki í 1500m frí svimjing Í 800m frí endaði hann á einum 2 plássi og í 400m fekk hann eina bronsu

Harumframt luttóku Heini og Líggjas eisini í liðkappingum, har ið báðir fingu eitt bronsu heiðursmerki.

Alt í alt hevur hetta verið ein sera góð og spennandi kapping fyri okkara svimjarar og hinar á føroyska landsliðnum. Allir svimjarar fingu heiðursmerkir við sær heim og eru fleiri persónlig met sett hesa vikuna.