Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Finka vunnið gull og europeiska virðisløn

Jóhann Lützen

Á stórari samkomu í Frankfurt í dag, varð greitt, at bókin Finka – Føroyskt til annan flokk, hevur vunnið gullheiðursmerki til heiðurslønina Belma Awards 2020. Tað eru tær báðar Marianna Skarðenni Poulsen og Kathrina Skarðsá, ið hava greitt útgávuna úr hondum, og hon verður mett at vera so mikið góð, at hon fær eina altjóða europeiska heiðursløn.

Í september skrivaðu vit her á Norðlýsinum um, at Finka varð innstillað til BELMA-virðislønina. BELMA stendur fyri Best European Learning Materials Award og er ein virðisløn fyri lærubøkur til fólkaskúlan og lutvíst til forskúla eisini. Føroyska bókin Finka – Føroyskt til annan flokk er innstillað í kategori 2, ið er fyri lærubøkur til 8-10-ára gomul, men sum eisini kunnu latast fyri lærubøkur til 11- og 12-ára gomul. Har skúlarnir eru býttir sundir í grundskúla (primary education), ber til at lata hesa virðislønina fyri undirvísingartilfar upp til 4. floksstig.

Sum heitið sigur, er tað sum lærubókatilfar til 2. flokk, at Føroyar nú hava vunnið altjóða heiður. Belma letur annars virðislønir fyri undirvísingartilfar líka upp til vaksnamannalæru, men tað er býtt sundur í 4 kategoriir, umframt at har eisini er ein serlig virðisløn fyri serligt tema. Í 2018 varð serliga virðislønin latin fyri diversitet og inklusión.

Bøkurnar, sum vórðu innstillaðar í somu kategori sum Finka vóru: Dreifach Mathe og Deutschbuch úr Týsklandi, verkið La Casa Nel Bosco & Destinazione Bellatrix úr Italia, Písmenková Polívka og Prvouka úr Tjekkia, Matemaatika úr Estlandi, Schmetterlinge úr Schweiz, eitt verk við 4 bókum um mál, lesing, støddfrøði og samleika úr Bulgaria, Mira’s Magic World – Easy 1. Students Kit úr Eysturríki, og so føroyska Finka – Føroyskt til annan flokk.

Í dag varð vinnarin so kunngjørdur, og á fyrsta plássi kom so Finka – Føroyskt til annan flokk.