Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finn sníkti seg at gifta seg

Norðlýsið

Í morgun giftust Finn Johannesen og Rannvá Augustinussen

Klaksvíkingurin Finn Johannesen er blivin rættiligur suðuroyingur. Fyrr í ár flutti hann til Vágs, haðani unnustan hjá honum er ættað. Finn var í ár venjari hjá VB/Sumba í Formuladeildini, hann hevur keypt hús í Vági, og í morgun tók hann øll á bóli og gifti seg.



Finn Johannesen og Rannvá Augustinussen, sum klaksvíkingar helst kenna sum góðan hondbóltsspælara hjá VB, góvu hvørjum øðrum sítt ja í morgun, uttan at nakar visti av hesum.



Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við hjúnarbandinum.