Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnbjørn Vang vinnari av Kjølur Open 2017

Klaksvíkar Talvfelag

Afturvendandi talvkappingin – Kjølur Open -, varð telvað í vikuskftinum. 22 telvarar sessaðust við talvborðini, har Klaksvíkar Talvfelag átti bróðurpartin, harav 4 unglingar, ið luttóku fyri fyrstu ferð. Eitt ítøkiligt dømi um, at barnatelvingin undir kvøldskúlaskipanini er ein funnin fressur fyri talvfelagið og Klaksvíkar Kommunu.Yngstu luttakararnir úr Klakvíkar Talvfelag kláraðu seg allir væl, og fingu ognað sær góðar royndir framyvir.

Norðurlandameistaraheitið fyri skúlaungdóm í Norra 16-19 februar gjørdi eisini sítt til, at 8 av 10 luttakarum til NM vóru við. Av hesum unglingum skaraði serliga Janus Skaale framúr, har hann fekk eitt flott 2. pláss. Suni í Horni Nielsen úr Sandavági, sum eisini skal til NM vann fyrru ratingvirðislønina. Allarhelst ein góð ábending um, at venjingarnar við Helga Dam Ziska hava gjørt mun.

Ratingfavorittur at vinna kappingina var Finnbjørn Vang, forseti í Talvsambandinum. Um orsøkin var heimavøllur skal ikki avvísast, men Finnbjørn vann kappingina sannførandi við fullum stigatali! Á øðrum plássi kom sum sagt Janus Skaale við 6 av 7 stigum, meðan Tummas Martin Sólsker og Bjarki Bertholdsen – sum hevði ein sera góða kapping – á deildum 3. plássi við 4½ stigi.

Við góðum stuðli frá Kjølur, Norðoya Sparikassa, og Føroy Bjór, fingu allir luttakararnir eina góða kapping í góðum umstøðum.

Endalig støða eftir 7 umfør:

nr. Navn Stig

1 Vang Finnbjorn 7,0

2 Skaale Janus 6,0

3 Solsker Tummas M. 4,5

4 Bertholdsen Bjarki 4,5

5 Fjallheim Leif Reinert 4,0

6 Joensen Sigurd 4,0

7 Hojgaard Brandur 4,0

8 Nielsen Suni I Horni 4,0

9 Nielsen Jon I Horni 3,5

10 Gregersen Hedin 3,5

11 Apol Luitjen Akselsson 3,5

12 Olsen Kaj 3,5

13 Anthoniussen Mannbjorn 3,5

14 Joensen Helgi 3,5

15 Petersen Elias 3,0

16 Heldarskard Vagn 3,0

17 Fjallheim Benjamin 3,0

18 Tummasarson Flóvin 3,0

19 Bech David Idarsson 3,0

20 Fonn Leivur 2,0

21 Davidsen Rokur 1,0

22 Joensen Filip 0,0

Longu komandi vikuskiftið fer Klaksvíkar Talvfelag aftur í eldin, tá ið felagið fer at telva týdningarmiklar dystir í liðkappingini. Og síðanifer Janus Skaale úr KTF at luttaka í NM fyri skúlaungdóm. Telvingin er av sonnum í í hæddini fyri tíðina, og spennandi verður at fylgja hvussu leikur ferst!