Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnland vann trygt á unga føroyska U21 liðnum

Jákup Ósá

Tað var greiður munur á liðunum, tá U21 landsliðini hjá Finnlandi og Føroyum spældu undankappingardyst í dag.

Í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, har finska liðið fekk trý mál. Á føroyska liðnum eru nógvir ungir mans, sum hvørki eru í elsta ella næstelsta árganginum fyri U21 landslið, og hetta skapar ávísar trupulleikar fyrstu tíðina hjá føroyska liðnum, sum heldur ikki hevur havt góðan møguleika at samanspælt liðið, tí hetta var einans næsti dysturin av týdningi hjá hesum føroyska liðnum. 

Í seinna hálvleiki var ikki so stórur munur á liðunum, har føroyska liðið fekk betri tamarhald á og helst hevur heimaliðið helst ikki koyrt eins nógv á. Einki mál kom í seinna hálvleiki og sostatt endaði dysturin 3-0 til Finnland.

Føroyska liðið hevur eina stóra uppgávu næstu ferð, tá Týskland vitjar á Tórsvølli 13. oktober.