Hyggja vit eftir, hvussu stóran prosent part álopsleikararnir hava skotið av samlaðu málunum hjá liðunum, so hevur Finnur Justinussen mest at siga fyri sítt lið, meðan høvuðsstaðarfeløgini duga væl at býta málini millum ymiskar málskjúttar.
Vert er at leggja til merkis, at hjá AB og HB eru tað miðvalla leikarar, sum hava skotið flest mál og tað ávirkar eisini teirra støðu á listanum. Eisini skal fyrivarni takast fyri skaðum hjá ymisku toppskjúttunum, sum tískil ikki hava spælt allar dystirnar.
Niðanfyri er listin yvir, hvussu stóran prosent part toppskjúttarnir skjóta fyri ymisku feløgini:
Finnur Justinussen hevur skorað 13 av teimum 33 málunum hjá Víkingi sum svarar til 39,4 %
Klæmint A. Olsen hevur skorað 15 av teimum 41 málunum hjá NSÍ sum svarar til 36,6 %
Páll A. Klettskarð hevur skorað 15 mál av teimum 43 málunum hjá KÍ sum svarar til 34,9 %
Poul Ingason hevur skorað 8 mál av teimum 23 málunum hjá TB sum svarar til 34,8 %
Leif Niclasen hevur skorað 16 mál av teimum 48 málunum hjá EB/Streumi sum svarar til 33,3 %
Clayton Soares hevur skorað 13 mál av teimum 47 málunum hjá ÍF sum svarar til 27,7 %
Ibrahima Camara hevur skorað 6 mál av teimum 22 málunum hjá 07Vestur sum svarar til 27,3 %
Lukasz Cieslewicz hevur skorað 9 mál av teimum 41 málunum hjá B36 sum svarar til 22,5 %
Fróði Benjaminsen hevur skorað 10 mál av teimum 57 málunum hjá HB sum svarar til 17,5 %
Dion Splidt/Rógvi Poulsen hevur skorað 5 mál av teimum 31 málunum hjá AB sum svarar til 16,1 %




