Tú veist hvat tú fært, tá Finnur Koba framførir. Framførslan hjá honum í kvøld, nú hann kom við vegna avboð, var trygg og gav áskoðarunum júst tað, ið teir komu eftir.
Tað var gott veður fyrstu løtuna til konsertina á torginum hjá Finnur Koba. Men sum fráleið byrjaði at sirma, men hetta tók einki frá konsertini og fólkið vildi ikki sleppa tónleikaranum, ið fyri tað mesta spældi kendar sangir hjá bólkinum Páll Finnur Páll, har Finnur til dagligt hevur ein høvuðsleiklut.
Ein hugnalig løta og at síggja til vælnøgdir áskoðarar, ið brúktu hetta sum gott høvi til at hita upp til m.a. Legends – Voices of Rock.




